Fólkatalið veksur

2016-07-22 16:10 Author image
Jákup Højgaard

Fólkatalið í Føroyum er voksið við 616 fólkum seinasta ári. Fólkatalið, sum nú er komið uppá 49,445 fólk, hevur ikki verið so høgt síðani 2002, boðar Hagstovan frá. 

Sambært Hagstovuni er vøkstur í øllum høvuðsøkjunum í landinum, uttan teimum sunnaru økjunum. 

Í tølum er nógv størsti vøksturin í Tórshavnar-økinum, har fólkatalið er vaksið við 319. Lutfalsliga er størsti vøksturin í Tórshavnar-økinum og í Vága sýslu við 1,8 prosentum. Nærum líka stórur er fólkavøksturin í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 1,7 prosentum og síðani í Eysturoyar sýslu við 1,4 prosentum. Minsti vøksturin er í Norðoya og Sandoyar sýslum við ávikavist 0,7 og 0,6 prosentum.

Meðan fólkavøksturin fyri alt landið er 1,3 prosentum síðstu tólv mánaðirnar, er tað ein minking í Suðuroy á 1,2 prosentum, sum ger, at tað dragnar alt meira millum Suðuroynna og restina av landinum.

Samstundis er fráflytingin er tann minsta í 32 ár, meðan at tilflytingin er tann størsta í átta ár. Hetta kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini. So lág fráflytingartøl, sum í hesum síðsta 12-mánaðarskeiðnum, eru ikki sædd síðani 1983. Samstundis er tilflytingin nú tann størsta síðstu átta árini og er nú á sama støði sum undan fíggjarkreppuni, sigur Hagstovan.

    

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður