Fólkatingið avtikið blasfemi-greinina

Christiansborg

Fólkatingið avtikið blasfemi-greinina

2017-06-02 14:07 Author image
Emil Lisberg Jacobsen

Við 74 atkvøðum fyri og 27 ímóti hevur danska Fólkatingið í dag avtikið ta sonevndu blasfemi-paragraffina.

Sostatt fer ikki longur at bera til hjá donskum dómstólum at døma fólk fyri at spotta átrúnaðir.

Broytingin merkir millum annað, at tað framyvir ikki er ólógligt til dømis at brenna Bíbliuna ella Koranina, eins og tað heldur ikki er ólógligt at spotta Várharra ella Mohammed.

Hinvegin er sonevnda rasismu-paragraffin framvegis í gildi. Hon tryggjar, at tey, sum háða ávísar bólkar av fólki vegna teirra átrúnað, kunnu revsast.

Sosialdemokratiski flokkurin var einasti flokkur á Fólkatingi, sum atkvøddi ímóti at avtaka blasfemi-paragraffina, skrivar Jyllands-Posten í dag.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður