Tórshavnar kommuna átti 56% av fólkavøkstrinum

2017-02-16 09:20 Author image
Sigmund Vang

Fólkatalið vaks í 20 kommunum í landinum í fjør, og tað stóð í stað ella minkaði í 10. Nógv tann størsti vøksturin í tali var í Tórshavnar kommunu, sum vaks við 413 fólkum í 2016. Hetta svarar til 56% av fólkavøkstrinum fyri alt landið, upplýsir Hagstova Føroya.

Í hinum kommunum í landinum gjørdist støðan henda í fjør: 

Klaksvíkar kommuna vaks við 55 fólkum

Eystur og Tvøroyrar kommunur vaks við 38 

Vága kommuna vaks við 36

Sjóvar kommuna vaks við 33

Vágs kommuna vaks við 28

Fuglafjarðar- og Sunda kommunur vuksu við 23

Nes kommuna vaks við 21 fólkum og Kvívíkar kommuna við 19

Sørvágs kommuna vaks við 16 og Skálavíkar kommuna við 13

Hvannasunds og Sumbiar kommunur vuksu við 10

Skopunar kommuna vaks við 9, Eiðis - og Runavíkar kommuna við 7 í part

Fugloyar kommuna vaks við 5, Sands - og Kunoyar kommunur við 3 í part

Óbroytt fólkatal er í Viðareiðis og Húsavíkar kommunum,

Minking er í Hvalbiar kommunu við 17, Porkeris kommunu við 12, Hovs kommunu við 7, Vestmanna kommunu við 6, Húsa kommunu við 3, Fámjins kommunu við 2 og Skúvoyar kommuna við einum. Húsa kommuna, ið her er tald fyri seg sjálvan, verður frá næstu uppgerð løgd saman við Klaksvíkar kommunu, sigur Hagstovan.


Kelda: Hagstova.fo

  

  

 

placeholder

Meira langlesnaður