Fólkavøkstur: Á leið sama tal av kvinnum og monnum

Mynd: Jens Kr. Vang

Fólkavøkstur: Á leið sama tal av kvinnum og monnum

2017-11-16 10:17 Author image
Leif Láadal

Av vøkstrinum í fólkatalinum upp á 707 í tíðarskeiðinum 1. oktober 2016 til 1. oktober 2017er eitt vet fleiri menn enn kvinnur - 357 samanborið við 350. Tað upplýsir Hagstova Føroya á heimasíðu síni.

- Meðan deyðatalið er áleið tað sama hjá báðum kynum, er rættiligur munur í føðitalinum, 51 fleiri gentubørn enn dreingjabørn. Í nettotilflytingini er munurin tað øvugta, 42 fleiri menn enn kvinnur. So úrslitið tilsamans verður, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið vóru 7 fleiri kvinnur enn menn, skrivar Hagstovan.

placeholder

Meira langlesnaður