Fólkavøkstur: Meira enn annar hvør endaði í høvuðsstaðnum

Fólkavøkstur: Meira enn annar hvør endaði í høvuðsstaðnum

2017-06-15 11:29 Author image
Leif Láadal

Seinasta árið er fólkatalið í Føroyum vaksið við 765 fólkum. Av teimum búsettust 411 í Tórshavnar kommunu.
Fólkatalið vaks í 18 kommunum, var óbroytt í tveimum og minkaði í níggju. Nógv tann størsti vøksturin í tali var í Tórshavnar kommunu við júst 411 fólkum – hetta er 54% av fólkavøkstrinum fyri alt landið, upplýsir Hagstova Føroya.

Lutfalsliga var størstur vøkstur í Skálavíkar kommunu við 10%. Í Suðuroy var munandi minking í Hvalbiar, Porkeris og Hovs kommunum, men vøkstur í hinum kommunum. Serliga í Vágs kommuna dregur alla oynna upp á ein hampiligan vøkstur. Av miðalstóru kommunum var minking í Vestmanna, Nes og Eiðis kommunum.

Kelda

placeholder

Meira langlesnaður