Føroya Regatta byrjar í dag

2016-07-07 10:13 Author image
Jákup Højgaard

Í dag verða gomlu træseglskipini aftur at síggja millum oyggjarnar. 

Hetta er sjeynda árið á rað at skipa verður fyri Føroya Regatta. Byrjað verður við Hoyvíkshólm har regattaflotin savnast og heldur kós móti Gulanum og inn framvig Argjalandinum. Lagt verður at á Vestaru Vág í kvøld klokkan 18, har Havnar Harmonikufelag undirheldur. Eisini er nógv ymiskt undirhald á skránni, millum annað verður skattaveiða fyri børn, og seinni verður skipa fyri føroyskum dansi í Skeiva Pakkhúsi. Skráin kann lesast her.

Fríggjadagin heldur regattaflotin kós ímóti Vági har nógv spennandi tiltøk verða gjøgnum vikuskiftið í sambandi við Norðurlendsk Strandamentanar-festivalin í Vági.

Um ein ynskir at sleppa við umborð ber til at keypa atgongumerki til styttri og longri teinar á kunningarstovunum kring landið ella umborð. 

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður