Føroya Tele og Huawei lúka øll altjóða krøv

2016-05-21 16:59 Author image
Sigmund Vang

Føroya Tele sigur, at tað ongar duldar ætlanir eru um at gera Føroyar til eitt sokallað testøki fyri fremmandari og møguliga vandamiklari teletøkni.

- Eins og øll onnur hevur Føroya Tele bæði ábyrgd og skyldu at sýna fyrimyndarligan atburð í samfelagnum. Tí taka vit heilsu og annað í størsta álvara, tá talan er um fjarskiftistøkni, verður sagt í einum skrivi, sum sæst á heimasíðuni hjá Føroya Tele.

Føroya Tele sigur, at fyritøkan og Huawei hava gjørt eitt strategiskt samstarv, ið merkir, at Føroyar verða í fremstu røð, tá tann nýggjasta, mest framkomna og besta tøknin kemur fram á telemarknaðinum.

- Huawei er ein tann fremsti veitarin av fjarskiftistøkni í heiminum. Á sama hátt sum Ericsson og aðrir fjarskiftisveitarar í Evropa og eisini í grannalondum okkara, er Huawei undirlagt strongum krøvum frá bæði ES, WHO og øðrum altjóða myndugleikum, skrivar Føroya Tele.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður