Føroya Tele tvingað at geva Vodafone atgongd til TotalView

Føroya Tele tvingað at geva Vodafone atgongd til TotalView

2017-11-26 11:55 Author image
Georg L. Petersen

Fjarskiftiseftirlitið hevur tikið eina rættiliga ógvusliga avgerð, sum tvingar Føroya Tele at lata øðrum somu rættindini at brúka TotalView skipanina – og forboð verður at selja telefoni saman við TotalView, hýsing og NetTalu

Føroya Tele fær sum vátan frammaná av Fjarskiftiseftirlitinum, sum hevur givið Vodafone viðhald í eini rættiliga umfatandi kæru av Føroya Tele samtamtakinum.

Almenna partafelagið Føroya Tele er ikki tann fyritøka hon einaferð var, og hevur í dag eitt nógv meira umfatandi virksemi, sum umframt at fevna um vanliga net- og telefonsølu, eisini umfatar Formula, sum millum annað framleiðir TotalView og hýsir netloysnum, og Vikmar, sum framleiðir netloysnir á sjónum.

Hetta hevur givið Føroya Tele fleiri fyrimunir í kappingini um føroysku kundarnar, tí Vodafone fevnir langt frá líka víða. Og av tí at Føroya Tele er so dominerandi á marknaðinum hevur Fjarskiftiseftirlitið rætt at fara inn at stýra virkseminum, so tann lítli í hesum samanhangi, Vodafone, ikki verður heilt kroystur av teimum spennandi marknaðunum fyri vinnutænastum.

Og tað er júst tað Fjarskiftiseftirlitið nú ger. Fjarskiftiseftirlitið hevur verið inni í málinum rættiliga leingi eftir eina kæru frá Vodafone, og hoyringar hava eisini verið. 8. november í ár fingu partarnir seinastu avgerðina hjá Fjarskiftiseftirlitinum til hoyringar, men hon verður neyvan broytt stórvegis.

Stendur avgerðn við, fer Føroya Tele víðari við málinum, sambært Hans J. Langgard, kundastjóra í Føroya Tele.

Lesið alla søguna HER

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður