Føroyamálsdeildin: Mentanararvur verður talgildur

Mass Hoydal, verkætlanarleiðari á SavnsGulli, og Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini. Mynd: setur.fo

Føroyamálsdeildin: Mentanararvur verður talgildur

2017-06-21 10:35 Author image
Innsent

Føroyamálsdeildin gjørt avtalu við SavnsGull um at byrjað verður at talgilda tey umleið 2500 ljóðbondini, sum Føroyamálsdeildin hevur á goymslu.

Fróðskaparsetur Føroya skrivar á heimasíðuni soleiðis um avtaluna:

Á flestu bondunum eru gamlar upptøkur við føroyingum, sum kvøða, syngja ella siga frá. Frásagnirnar eru um staðanøvn, trúgv, siðir o.s.fr. Mortan Nolsøe (1924-87), professari, hevði nógv av bondunum við sær, tá hann kom á Føroyamálsdeildina at arbeiða í 1973. Tað var byrjanin.  Síðani kom ein rúgva av bondum afturat, umframt upptøkur frá Dansk Folkemindesamling.

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at fáa bondini talgild, bæði fyri at varðveita tey, og fyri at tey skulu hóska til nútíðarinnar tørv. Fleiri bond eru talgild síðan 2007, men umstøðurnar á Føroyamálsdeildini eru ikki góðar til slíkt arbeiði. Tí hevur Føroyamálsdeildin gjørt avtalu við SavnsGull um at fáa bondini talgild. Við avtaluni fer talgildanin at ganga skjótari. Samstundis er ætlanin so hvørt at gera talgildu upptøkurnar atkomuligar á einari heimasíðu, sum eftir ætlan verður klár í heyst.

Mangt forvitnisligt er á gomlu bondunum, og tað mesta hevur ivaleyst almennan áhuga. Í einstøkum førum hava heimildarfólk ella innsavnarar lagt treytir við, sum mugu virðast, og fyri slíkar upptøkur verða serligar reglur gjørdar.

Kelda: setur.fo

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður