Føroyar fáa ikki tað pláss tjóðin hevur uppiborið

Føroyar fáa ikki tað pláss tjóðin hevur uppiborið

2017-11-19 14:39 Author image
Georg L. Petersen

Løgmaður trýr upp á tað norðurlendska samstarvið, og at Føroyar fara at fáa ein meira týðandi leiklut. Men hann fýlist á tilgongdina at fáa fullan limaskap, og heldur at avgerðin hjá Poul Michelsen ikki at vera við kann tulkast sum eitt signal um føroysku ónøgdina

– Eg kenni meg vanliga væl í norðurlendskan høpi, og havi verið við til nógvar viðkomandi fundir og spennandi umrøður. Men tá eg ferð eftir ferð upplivi, hvussu trupult tað hjá Føroyum at fáa fullan limaskap í hesum felagsskapi, og tá eg merki, at okkara luttøka ikki er á jøvnum føti við hini norðurlondini, føli eg meg ikki væl. Eg kenni tá, at føroyska tjóðin ikki fær tað pláss, sum hon hevur uppiborið.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir at Poul Michelsen, landsstýrismaður, fyri tveimum vikum síðan gav ilt av sær í Dimmalætting um norðurlendska samstarvið. Hóast hann varðar av norðurlandamálum í landsstýrinum valdi hann ikki at fara á norðurlandaráðsfund í Helsinki. Hóast hetta fyrst og fremt er fyri parlamentarikarar, so er vanligt, at ráðharrarnir eisini eru við og hittast – men tað valdi Poul Michelsen frá, tí hann onnur mál vera meira átrokandi – og at hann so afturat føldi seg illa í norðurlendska samstarvinum, har føroyingar ikki sleppa at vera við tá veruligu avgerðirnar verða tiknar, var so bara enn ein orsøk at halda seg burtur. Sonevndi Helsingforssáttmálin, sum er grundarlagið fyri samstarvinum, má broytast, um Føroyar skulu sleppa við – men tað hava hini boðað frá ikki kemur upp á tal.

LESIÐ MEIRA HER

placeholder

Meira langlesnaður