Føroyar fingið fríhandilssáttmála við Turkaland

Mynd: uvmr.fo

Føroyar fingið fríhandilssáttmála við Turkaland

2017-08-28 15:31 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Føroyar og Turkaland hava nú fingið ein fríhandilssáttmála upp í lag. Tað skrivar heimasíðan hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.
Sáttmálin bleiv samtyktur av turkiska tjóðartinginum fyrr í ár, og turkiska stjórnin hevur nú endaliga samtykt sáttmálan. Sáttmálin kemur í gildi 1. oktober í ár.

Fríhandilssáttmálin fer at geva nógvar møguleikar í útflutningi av fiski. Turkiski marknaðurin hevur higartil lagt 30% av tolli á at innflyta føroyskar vørur, so sum laks, upsa, makrel og sild. Tískil fer hetta at betra munandi um møguleikarnar hjá føroysku fiski- og alivinnuni at útflyta til Turkalands. Marknaðurin í Turkalandi hevur eftirspurt áðurnevndu vørur meir og meir seinastu árini, og tískil hava Føroyar havt trupult við at kappast við lond, sum Ísland, Skotland og Noreg, um turkiska marknaðin, sum øll eru limalond í ávikavíst ES ella EFTA.

Poul Michelsen greiðir frá, at Turkaland er eisini ein stórur framleiðari a hvítvørum, elektronikki og klædnavørum, og tískil kann hetta eisini vera áhugavert fyri føroyska marknaðin. Poul Michelsen greiðir frá, at ætlanin er at skipa fyri einum vinnuframaátaki, sum skal skapa áhuga fyri føroyskari vørum í Turkalandi og vaksa um samhandilin millum londini.

placeholder

Meira langlesnaður