Føroyar klovna í tvey

Føroyar klovna í tvey

2017-11-17 11:20 Author image
Georg L. Petersen

Herfyri var eitt áhugavert innslag í Degi og Viku um, at Tjóðveldi er um at klovna millum høvuðsstaðarumráðið og restina av landinum. Borgarstjórar norðanfyri funnust at ætlanini við fiskivinnunýskipanini, anti-trust og uppboðssølu. Hesir politikarar kendu seg ikki rættiliga heima í flokkinum longur. Tá býráðsval var seinast sást hetta eisini aftur, serliga í Klaksvík.

Men tað er ikki bara Tjóðveldi, sum er við at skrædna, tí tað eru fleiri aðrir flokkar eisini, eins og samfelagið tykist klovna millum miðstaðarøkið og restina. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin gerast alsamt meira høvuðsstaðarflokkar, meðan Fólkaflokkurin og Sjálvstýri tykjast gerast útjaðaraflokkar burturav. Sambandsflokkurin og Miðflokkurin flóta framvegis so nøkulunda mitt ímillum, men eru helst alsamt meira farnir at líkjast flokkum, sum trívast best uttanfyri høvuðsstaðarumráðið.

Orsøkin er uttan iva í størstan mun uppskotið um nýskipan innan fiskivinnuna. Primera vinnan er í høvuðsheitum uttanfyri Havnina, sum meira situr á tí umsitingarliga. Tískil hevur vinnan eitt nógv størri vald í til dømis Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri. Kemur vinnan við døprum spádómum, so piprast fólkið, tí tað er so skjótt at arbeiðsplássini kunnu hvørva, eins og tey gjørdu í kreppuárunum, tá flakavirki og skip fóru av knóranum. Tað vil eingin uppliva aftur.

Men hesin tvídráttur má heldur ikki steðga øllum samfelagshjólunum, har báðir partar støðugt halda hvønn annan í skák. Tað var eisini tað sum hendi undan stóru kreppuni seinast, tá øll vistu, at tað bar skeiva leið, men eingin tordi at gera nakað – heldur ikki tá tað var farið, tordi nakar at gera nakað, og hevði danska stjórnin tá ikki sett krøv fyri lánveitingum vóru vit neyvan komin av fetanum. Tað má ikki henda aftur.

Tað er líkasum at vit bíða eftir einum politiskum frelsara, sum kann skera ígjøgnum og fáa politikararnar at síggja álvaran í støðuni og leggja partapolitisku stríðsøksirnar og persónligu áhugamálini til viks og seta landið alt í fremstu røð. Tað fer altíð at vera ávíst stríð millum høvuðsstað og restina av landinum, men tað má bara ikki leggja eina køvandi hond á allan framburð.

Meira langlesnaður