Føroyar náa neyvan málunum í veðurlagspolitikkinum

2016-05-12 20:28 Author image
Dimma

Langt er á mál, og einki røkist fyri, at málið verður rokkið. So stutt og greitt kann tað sigast um almenna veðurlagspolitikkin, sum er samtyktur í Føroyum.

Málið var, at útlátið av veðurlagsgassi í Føroyum skal minkast við 20 prosentum fram til 2020 við útgangsstøði í 2005. Higartil eru vit einans komin 3 prosent fram á leiðini og einans fýra ár eru eftir at røkka málinum, vísir ein uppgerð, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt.

Í roynd og veru er tað einans upphiting av húsarhaldum og elframleiðslan hjá SEV, sum gongur rættan vegin. Fyri hesar bólkar eru eisini góðar orsøkir til at halda, at góða gongdin heldur fram, ella í øllum føri ikki versnar munandi aftur.

Útlátið frá hinum útlátsbólkunum, serliga fiskiskipum, men eisini akførum, brennistøðum og ídnaði, fylgja búskaparligu gongdini í samfelagnum: Útlátið veksur í góðum tíðum, og minkar tá ið tíðirnar versna.  Tað sæst aftur í útlátstølunum, at tíðirnar júst nú eru góðar.

Meira kann lesast í grein á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni:

Lítil og eingin møguleiki at náa málunum í Veðurlagspolitikkinum

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður