Føroyar skulu nevnast fyri seg í veðurlagsavtalu

2016-06-10 12:33 Author image
Dimma

Føroyar fara at krevja, at føroysk mál fyri minking av útláti koma at standa fyri seg, tá fráboðanin verður latin ST. Hetta sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari upp á fyrispurning frá Anniku Olsen, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin.

Annika Olsen vildi millum annað hava vita, um Føroyar verða partur av nýggja veðurlagssáttmálanum. Til hetta svarar Poul Michelsen, at málið hjá samgonguni er at fylgja altjóða tilmælum um veðurlagsbroytingar. Landsstýrið fer tó at geva málinum eina holla politiska viðgerð fyri, har allir viðkomandi partar verða hoyrdir.

Haraftrat spyr Annika Olsen, um Føroyar vera nevndar sjálvstøðugt, ella um Føroyar vera ein partur av danska byrðubýtinum.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur samband við danska Energiministeriet, sum í løtuni fyrireikar tilgongdina at staðfesta sokallaða París-sáttmálan. Landsstýrið  hevur boðað frá, at málið skal viðgerast í politisku skipanini í Føroyum, áðrenn endalig støða kann vera tikin til sáttmálan í Føroyum.

- Verður endaliga støðan, at Føroya ynskja at vera fevndar av París-sáttmálanum, sum er sannlíkt, fara vit at krevja, at føroysk mál fyri minking av útláti koma at standa fyri seg, tá ið fráboðanin um, at sáttmálin er endaliga góðkendur, verður latin ST, sigur Poul Michelsen.

Meira langlesnaður