Føroyar seta met í deyðsvanlukkum

Mynd: Savnsmynd

Føroyar seta met í deyðsvanlukkum

2017-09-26 11:38 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í Føroyum seta vit met í deyðsvanlukkum á arbeiðsplássum. Seinastu fimm árini, er í miðal ein persónur deyður um árið í Føroyum. Tað fortelur Kringvarpið.

Fyri trimum árum síðani doyði ein 22 ára gamal maður í einari arbeiðsvanlukku hjá Faroese Maritime Services. Árið fyri tað, í 2013, doyði ein annar ungur maður í arbeiðsvanlukku við AB-vøllin, fyri Húsavarðatænastuna.

Tá Arbeiðseftirlitið kannaði hesar vanlukkurnar, vísti tað seg at vera fleiri viðurskifti ið ikki vóru í lagi. Millum annað manglaði neyðug tól og útgerð, umframt kunning til starvsfólkini. Harafturat var arbeiðið ikki nóg væl skipað.

Faroese Maritime Services og Húsavarðartænastan fingu bót á ávikavíst 20.000 og 40.000 krónur fyri vanlukkurnar. Hetta hevur fingið ymsar politikkarar á krevja bót á økinum - millum annað var lovað at hækka bøturnar fyri slíkar vanlukkur, men enn er tað ikki hent.

Men eitt er at krevja hækkaðar bøtur fyri slíkar vanlukkur. Eitt annað er, at vanlukkurnar henda yvirhøvur. Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum, greiðir Kringvarpinum frá, at vit hava nógva tunga vinnu í Føroyum ið altíð fer at hava ein ávísan vanda. Hann leggur tó afturat, at Arbeiðseftirlitið var fyri stórum sparingum í 2011 og minkað munandi síðan 2008. Tískil hevur verið eftirlitið ei heldur verið nøktandi. 

Landsstýrismaðurin í arbeiðsmálum, Henrik Old, hevur lovað, at hesi viðurskifti skulu bøtast um. Millum annað skal játtanin til Arbeiðseftirlitið hækka, umframt at heimildirnar hjá Arbeiðseftirlitinum skulu víðkast.
Síðan 2008 er játtanin til Arbeiðseftirlitið minkað nógv, í 2011 máttu heili 6 starvsfólk sigast upp, ið svaraði til 50% av stovninum. Í 2015 byrjar játtanin at hækka aftur, og samanleggingar á stovninum gera, at starvsfólkatalið hækkar aftur. Í dag arbeiða 12 fólk á stovninum, ið nú kallast Arbeiðs- og Brunaeftirlitið. Hóast játtann er hækkað, er hon ikki líka stór sum hon var í 2008.

Meira langlesnaður