Føroyar skulu gerast ein geopark

2016-08-20 11:17 Author image
Dimma

- Suðuroyggin er nakað heilt serligt. Har er so nógv serstakt at síggja, sum lýsir upprunan hjá Føroyum.

Soleiðis segði Lis Mortensen, jarðfrøðingur, í seinnapartssendingini hjá Kringvarpinum í gjár, har hon tosaði við Jákup Magnussen.

Lis Mortensen frá Jarfeingi er beint nú í Íslandi í sambandi við, at Unesco umhugsar at lýsa Føroyar sum "Unesco Global Geopark" – eina altjóða jarðfrøðiliga lund. Ein UNESCO Global Geopark er eitt avmarkað landafrøðiligt stað, har støð og landsløg av altjóða jarðfrøðiligum týdningi verða stýrd í einari heild við varðveiting, útbúgving og burðardyggari menning fyri eyga.

Lis Mortensen dylur ikki fyri, at tað er Suðuroyggin, við sínum heilt serligu jarðfrøðiligu støðum, ið kann geva Føroyum heiðurin at vera geopark.

- Suðuroyggin er ein gimsteinur úr enda í annan, og hon er full í jarðfrøðiligum støðum og fyribrigdum, sum eru áhugaverd at vitja, sigur Lis Mortensen úr Íslandi, har hon beint nú tosar við aðrar jarðfrøðingar og fólk frá Unesco um málið.

Í eini geopark skulu vera nógv støð at vitja, tað einstaka staðið skal lýsast og útgreinast væl og virðiliga, og gøtur og støð skulu merkjast fyri vitjandi at koma til.

- Føroyar lúka treytirnar fyri at gerast ein geopark hjá Unesco, og her brúka vit serliga Suðuroynna sum ferðamál. Vit byrjaðu eisini við Suðuroynni, tá ið vit fóru at tosa um at fáa viðurkenning sum geopark, men tað má vera størri, og tí blivu tað allar Føroyar, ið fáa heiti geopark, sigur Lis Mortensen.

Ein geopark kann gerast ein stórur ágóði fyri ferðavinnuna í Suðuroy. Her eru nógv støða vitja hjá jarðfrøðiliga áhugaðum. Suðuroyggin er nóg stór, men tað er stutt at fara, og oyggin lýsir alla jarðfrøðina frá 62 milliónum árum síðan og frameftir, greiddi Lis Mortensen frá í útvarpinum í gjár.

 

Stabbagrót. Myndirnar úr Suðuroy eru læntar frá Eileen Sandá

placeholder

Meira langlesnaður