Føroyar undirrita samstarvsavtalu um gransking í Arktis

Føroyar undirrita samstarvsavtalu um gransking í Arktis

2017-05-12 12:01 Author image
Dimma

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum hevur í gjár 11. mai, saman við hinum uttanríkisráðharrunum í Arktis, luttikið á ráðharrafundi í Fairbanks, Alaska. Rex Tillerson, amerikanski uttanríkisráðharrin, var vertur. Fundurin var tann seinasti undir amerikanska formansskapinum og samstundis startskotið til finska formansskapin komandi tvey árini.

Á fundinum undirritaði Poul Michelsen samstarvsavtalu um arktiska gransking vegna Føroyar. Harumframt varð avgjørt at ganga sjey umsóknum um eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum á møti, har ímillum umsóknini frá Útnorðurráðnum. Eisini fekk landsstýrismaðurin høvið at heilsa upp á amerikanska uttanríkisráðharran.

“Tað er av týdningi, at Føroyar hava ein virknan leiklut í arktiska samstarvinum á øllum viðkomandi økjum, ikki minst á granskingarøkinum. Áhugin fyri at granska arktisk viðurskifti er vaksin alsamt seinastu árini. Ein hópur av altjóða granskingarverkætlanum er settur í verk fyri at kanna, hvørji árin veðurlagsbroytingar og økt vinnuligt virksemi hava á náttúruna og samfeløgini á arktiska økinum. Í Føroyum eru sera góðar fyritreytir fyri at granska havlívfrøði og veðurlagsbroytingar, sum ávirka havið, eitt nú hita, streym og súrgan. Eisini er sera viðkomandi at granska útbreiðslu og flutning av dálkingarevnum, og hvørji árin tey hava á djór og fólk. Føroyskir granskarar hava í nógv ár luttikið í verkætlanum, og hevur tað verið bæði í arbeiðsbólkunum í Arktiska Ráðnum og í øðrum arktiskum verkætlanum,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. “Harumframt fegnist eg um, at tað eydnaðist okkum at fáa neyðuga stuðulin frá hinum limalondunum til umsóknina frá Útnorðurráðnum, soleiðis at hon slapp ígjøgnum nálareygað. Tað er eingin loyna, at áhugin fyri Arktiska Ráðnum og tí arbeiði, ið verður gjørt har, alsamt økist og harvið eisini talið av teimum, sum ynskja eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum.”

Arktiska ráðið er einasta formliga millumtjóðasamstarv um arktisk viðurskifti. Limalondini eru USA, Russland, Kanada, Svøríki, Finnland, Noreg, Ísland og Kongsríki Danmarkar (Danmark, Føroyar og Grønland). Flestu evnini, sum verða viðgjørd í Arktiska Ráðnum, eru yvirtikin málsøki, og tí er týdningarmikið, at Føroyar eru við til at orða og menna avgerðir, sum verða tiknar, so at tær hóska til føroysk viðurskifti.

placeholder

Meira langlesnaður