Sera nógvir føroyingar bjóða gisting á Airbnb

2016-06-29 14:10 Author image
Jákup Højgaard

Heimskenda heimasíðan airbnb.com letur fólk bjóða innivist og leiga eitthvørt bóli tey hava út til ferðandi. Og fleiri enn 200 føroyingar hava gjørt sær dælt av hesum møguleika, vísir ein roynd, sum dimma.fo hevur gjørt.

Átta ára gamla fyritøkan úr San Fransisco, ið bjóðar alt millum kømur, íbúðir, hús og enntá borgir út til ferðandi kring heimin, hevur ikki færri enn 60 miliónir brúkarar í fleiri enn 131 londum um heimin gjøgnum alt árið.

Fyri nógv ferðafólk er tað at sleppa at búgva meira lokalt og heimligt eitt stórt upplivilsi, og tað sæst aftur á vælumtóktu heimasíðuni. 

Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, sigur í grein á dimma.fo (les her), at Føroyar raka plett í ferðavinnueftirspurninginum í løtuni. Økta ferðamannatalið kann tí væl hugsandi vera ein góð orsøk til, at eitt vaksandi tal av føroyingum velja at bjóða innivist.

Hygg eftir føroysku gistingartilboðunum her

  

  

placeholder

Meira langlesnaður