Føroyingar góðtaka ikki rúsdrekkakoyring

Mynd: Shutterstock

Føroyingar góðtaka ikki rúsdrekkakoyring

2017-11-23 09:58 Author image
Emil Jacobsen

Í nýggjari hugburðskanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd í november, siga 92% av teimum spurdu, at tað er langt frá í lagi at seta seg við róðrið við eini alkoholpromillu omanfyri 0,2.

Hesi 92% siga, at rúsdrekkakoyring kann "ikki" ella "als ikki" góðtakast. Og 6% svara, at rúsdrekkakoyring skal helst ikki koma fyri.

- Vit eru ikki bilsin um hetta úrslitið. Hugburðurin ímóti rúsrekkakoyring er óvikiligur millum tey flestu. Men hjá summum kann vera langt frá hugburði til atferð. Tí rúsdrekkakoyring er framvegis orsøk til álvarsligar ferðsluvanlukkur, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, í tíðindaskrivi.

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd minna tí føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring. Ein skeiv avgerð kann broyta nógv, og øll kunnu vit gera mun. Umframt sjálvandi bilførarar, kunnu tey, sum eru rundan um, eisini gera sítt til at forða øðrum at seta seg við róðrið við promillum. Politiið ger rúskanningar, meðan átakið er.

 

placeholder

Meira langlesnaður