Føroysk loysn á St. Helena

Føroysk loysn á St. Helena

2017-05-11 21:10 Author image
Georg L. Petersen

- Tað er ein stórur dagur fyri St. Helena at taka ímóti fyrstu ferðafólkunum, sum eru komin til oynna við flogfari, og hetta verður eisini týdningarmikið fyri øll sum búgva her, segði Derek Thomas, politikari á St. Helena, tá fyrsta flogfarið nakrantíð við ferðafólkum hevði lent á oynni 3. mai.

Tað búgva bara 4.500 fólk á fjarskotnu oynni St. Helena í Suðuratlantshavi, sum fyri tíggju árum síðan setti sær fyri at mennast sum ferðafólkamál. Avgjørt var at byggja flogvøll, gistingarhús og annað at taka ímóti 30.000 ferðafólkum.

Í 2016 stóð flogvøllurin liðugur – men tað vísti seg, at har var so nógvur turbulensur, at vanlig ferðafólkaflogfør als ikki kundu seta seg og fara undir regluliga flúgving til oynna. Tað var eitt satt bakkast fyri oynna og íløgan upp á tríggjar milliardir krónur í flogvøllin sá út til at vera ein tann størsta feilíløgan í flogsøguni.

 Føroysk vón

Men í oktober í fjør kveiktist ein nýggj vón, tá tveir føroyskir flogskiparar, Hjalgrim Magnussen og Hans Christian Petersen, lendu eitt av serstøku AVRO RJ100 flogførunum uttan trupulleikar – hetta er sama slag av flogførum, sum Atlantsflog hevði, áðrenn skift varð yvir til Airbus.

Og nú bragdaði loksins, tá eitt AVRO RJ85 frá flogfelagnum Airlink 3. mai lendi við 60 ferðafólkum á oynni og seinni fór avstað aftur við 48 fólkum.

Lesið meira í blaðnum sum er komið í handlarnar

placeholder

Meira langlesnaður