Føroysk mjólk í Grønlandi

2016-07-15 08:52 Author image
Jákup Højgaard

- Enn er ov tíðliga at siga ov nógv um nakrar ætlanir. Men mjólkin er har og hon tykist at vera væl móttikin, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri á MBM. 

Fyrr í ár vóru umboð fyri MBM í arbeiðsørindum í Grønlandi fyri at kanna møguleikar at selja føroyska mjólk í Grønlandi. Við sær á ferðini høvdu tey smakkiroyndir av ymiskum haldføris-vørum, og tað sum leyp av, hevur síðani verið at fingið til keyps í keypssamtøkuni í Nuuk.

Enn er tó bert talan um eitt royndarátak við føroyskum mjólkavørum í Grønlandi, og kannað verður, hvussu hetta samstarvið kann lata seg gera frameftir.  

- Vit arbeiða við at finna nýggjar marknaðir, tí tað er avmarkað hvussu nógva mjólk vit fáa brúkt uppá føroyingar, sigur Hákun Steingrímsson og leggur afturat, at metti marknaðurin í Grønlandi vildi ligið um 200.000 litrar av mjólk.  

   

   

placeholder

Meira langlesnaður