Føroysk

Føroysk "Risk" kemur í august

2017-06-21 09:47 Author image
Innsent

Í 2014 fór Tatanka saman við Ó undir at menna eitt borðspæl, ið minti um heimskenda spælið Risk, men sum ístaðin bygdi á føroysk viðurskifti, upplýsa stigtakararnir í skrivi sent miðlunum. 

- Vit fingu prototypuna miðskeiðis í mai. Síðani hava vit lagt seinastu hond á smálutir, royndarkoyrt spælið saman við vinfólkum og so hava vit tikið konstruktiva kritikkin til okkum, sigur Sigfríður á Plógv, stjóri í Tatanka.

Kjartan Magnussen hevur teknað myndirnar og Pætur Eyðunsson Jensen hevur gjørt grafiska arbeiðið. 

- Nú verður seinasta hondin løgd á spælið áðrenn tað fer til prentingar. Vit eru ómetaliga spentir. Vit spæla sjálvir nógv borðspøl, men tey eru øll útlendsk. Tí vildu vit gera eitt strategiskt borðspæl, ið bygdi á føroyska søgu og viðurskiftir, sigur Hanus Samró, ið eigur og rekur Ó.

placeholder

Meira langlesnaður