Føroysk ull á kendari altjóða designmessu

Føroysk ull á kendari altjóða designmessu

2017-09-23 17:33 Author image
Innsent

70 tons av ull eru væntandi endað í brenniovninum í ár. Alt hetta meðan gólvteppir framleidd úr føroyskari ull í hesum døgum verða sýnd fram á London Design Fair. Talan er um eina fráfaringarverkætlan frá Kunstakademinum í Keypmannahavn, ið hevur verið eitt dømi um at síggja menningarmøguleikarnar innan tilfeingi og skapa burðardygga framleiðslu
Tá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard í summar tók prógv sum designari á Det Kongelige Kunstakademi´s Skole for Design, valdi hon at gera sína fráfaringarverkætlan um føroysku ullina.

Burðardygg menning
Hon arbeiddi við menningarmøguleikunum við ullini, sum á hvørjum ári endar í tonsatali á ruskdugum í Føroyum, tí eingin skoytir um hana.
Verkætlanin tók støði í dagsskránni hjá ST um burðardyggja menning. Og úrtslitið var ein kollektión av gólvteppum, gjørd úr føroyskari ull – í sínum náttúrulitum.
Gólvteppini eru dømi um, hvussu ullin sum rávøra kann gagnnýtast á nýggjan og øðrvísi hátt.

-Ullin er ein av fáu rávørunum, vit hava i Føroyum, ið eigur at kunna koma til sín rætt, serliga nú Føroyar verða lýstar uttanlands, meir enn nakrantíð áður, sigur Ragnnild Hjalmarsdóttir Højgaard. 

Vald út

Verkætlanin við ullini var so sermerkt, at Ragnhild sum ein av 22 av tilsamans 300 kandidatunum, sum tóku prógv sum designarar og arkitektar á kunstakademinum í ár, varð boðin við á London Design Fair.
Talan er um eina av størstu designmessunum í Onglandi. Á framsýningini eru brúkslutir og list, har evnið er hvussu vit gagnnýta tilfeingið á burðardyggan hátt. Við á messuni eru umleið 500 framsýnarar úr 28 ymskum londum.

Skal prýða Glasir
Ragnhild er eisini millum listarfólkini, sum hava fingið til uppgávu, at prýða føroyska størstu byggiverkætlan Glasir. Eisini har verður talan um framleiðslu úr føroyskari ull.

Umframt at vera estetiskt prýði skal ullin eisini tæna akustikkinum og trivnaðinum í bygninginum, ið annars er úr hørðum tilfari sum glasi, betongi og stáli.
Endamálið við øllum hesum er at finna nýggjar og øðrvísi mátar at gagnnýta føroysku ullina, sum einaferð varð rópt føroya gull.Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard sær stórar møguleikar í síni verkætlan, ið hon merkir stóran áhuga fyri, og miðar eftir at finna samstarvsmøguleikar, ið kunnu gera at verkætlanin verður til meira enn ein fráfaringarverkætlan.
Eingin ullamóttøka verður í ár, og tað merkir, at eini 70 tons av góðari ull helst fara fyri skeyti.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður