Føroyskar algoritmur á forsíðuni á Wall Street Journal

Fróði Hammer

Føroyskar algoritmur á forsíðuni á Wall Street Journal

2017-06-10 14:35 Author image
Georg L. Petersen

Fróði Hammer er ein av monnunum aftanfyri fyritøkuna a2i, sum hevur ment eina skipan til bensinstøðir, so tær lættari kunnu seta prís og vinna nógvan pening burturúr – skipanin hevur skapt so stóran áhuga, at hon herfyri kom á forsíðuna á dagblaðnum Wall Street Journal.

– Onkuntíð skal man vera heppin. Tað var nevndarformaðurin hjá okkum, sum sá ein “flyer” frá bensinstøðini OK og spurdi, um OK ikki heldur vildi hava eina app. Eftir ein fund við OK gjørdist greitt, at teir í nógv størri mun høvdu brúk fyri eini skipan, sum lætti um við prísásetingini. Soleiðis fingu vit teir sum kunda, og fóru undir at menna skipanina hjá okkum.

Tað sigur Fróði Hammer, sum var við til at seta fyritøluna a2i á stovn. A og I standa fyri Artificial Intelligence, sum á føroyskum nevnist tilgjørdur vitleiki. Tað var við vitan á hesum serøki, at fyritøkan fór undir at menna skipanina til OK, sum samstundis fekk einkarrætt at brúka hana í Danmark.

Og OK hevur sanniliga fingið nakað burturúr.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

placeholder

Meira langlesnaður