Kvinnuráðstevna stóran týdning

2016-05-18 16:01 Author image
Dimma

Størsta altjóða kvinnuráðstevnan, Women Deliver, er í hesum døgum í Keypmannahavn og endar í morgin.

Átta føroyskar kvinnur, sum starvast í politiska økinum, hava leitað sær vegin til Keypmannahavnar í sambandi við ráðstevnuna, hesar eru Katrin Kallsberg og Óluva Klettskarð fyri Tjóðveldi, Annika Olsen og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir fyri Fólkaflokkin, Kristianna Winther Poulsen fyri Javnaðarflokkin, Sonja Jógvansdóttir uttanflokka og landsstýriskvinnan í almanna- og javnstøðumálum, Eyðgunn Samuelsen og landsstýriskvinnan í heilsu, orku og umhvørvi, Sirið Stenberg.

Dimmalætting fekk orðið á Kristionnu Winther Poulsen, sum eisini er fyrrverandi forkvinna í Javnstøðunevndini. Hon er positiv um týdningin av ráðstevnuni.

- Tá avtornar veldst tað sjálvandi um, hvussu nógvir forsprákarar eru fyri at røkka málunum í hvørjum einstøkum landi kring heimin, tá ráðstevnan er endað, og tað veruliga arbeiðið skal gerast í gerandisdegnum. Men allarhelst hevur ein so stór og væl skipað ráðstevna úrslit við sær.

Ráðstevnan hevur luttakarar úr 150 londum, og eini 5-6.000 luttakarar eru á ráðstevnuni. Teirra millum eru fleiri kendir luttakarar, sum megna at geva stevnuni pláss í miðlunum.

- Ráðstevnan er høgt raðfest, bæði í fjølmiðlunum her í Danmark, og við at nógvir politikarar úr øllum heiminum luttaka, umframt stjørnur sum Annie Lennox, fleiri umboð fyri kongshús í Europa, og nógv onnur kend fólk, ið hava stóra samfelagsávirkan. So tað er átrokandi at arbeiða fyri, at boðskapurin ikki verður gloymdur, sigur Kristiann W. Poulsen.

”Women Deliver” er ein av fremstu forsprákarum fyri heilsu, rættindi og trivnaði hjá gentum og kvinnum í øllum heiminum. Boðskapurin hjá felagsskapinum er, at raðfesta vit trivnað og heilsu hjá gentum og kvinnum, fáa vit eina burðardygga menning. Á ráðstevnuni hesa ferð verður ljós millum annað varpað á rættindi hjá kvinnum til útbúgving.

Lesið meira um ráðstevnuna í blaðnum Dimmalætting, sum kemur út fríggjadagin.

placeholder

Meira langlesnaður