Bergtakandi myndir: Føroyski súlustovnurin er í vøkstri

2016-08-09 16:06 Author image
Dimma

Føroysku súlustovnurin er í vøkstri.

Tað staðfestir Havstovan, sum okkurt um tíggjuna hvørt ár telur súlurnar í Mykinesi. Fuglarnir verða taldir við myndum, og í summar eru hesar myndirnar tiknar við dronum.

Eini 2.350 pør av súlu eiga í Føroyum, og stovnurin er í vøkstri, hóast einar 500 grásúlur verða tiknar um árið. Í grannalondunum er súla friðað, tí hon minkaði so nógv í 1800-talinum.

Súlan eigur bert í Mykineshólmi, Flatardranga og Píkardranga. Haraftrat eiga eini fimm pør í Mykinesi.

Havstovan sigur, at sannlíkt kemst ein partur av vøkstrinum í súlustovninum í Føroyum av tilflyting úr Skotlandi og Íslandi, har stovnurin hevur verið í vøkstri seinnu árini.

Súlan livir einamest av sild og makreli, og tí hevur hon havt ovmikið av føði seinnu árini.

Filmurin hjá Havstovuni við dronuupptøku sæst her

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður