Føroyskir rógvarar gera um seg til EM í inniróðri í Amsterdam

Føroyskir rógvarar gera um seg til EM í inniróðri í Amsterdam

2017-12-09 15:36 Author image
Innsent

Teir sjey føroysku rógvararnir, sum Róðrarsamband Føroya tók út til at luttaka í EM í inniróðri hava veruliga gjørt um seg í Amsterdam har kappingin varð hildin í dag 9. desember.

Byrjað var longu klokkan hálvgum níggju føroyska tíð, tá ið menninir skuldu í eldin. Her gjørdist talan um tvær gullmedaljur og tvær silvur medaljur. Teir báðir Magnus Madsen og Jens Kristian Dam vunnu báðir gull, meðan Toni Dam og Bergur Dam Jensen vunnu silvur. Her kann nevnast, at Magnus vann sín bólk sera sannførandi við 17 sekundum og Jens Kristian vann somuleiðis ein tryggan sigur við fýra sekundum.

Hjá Toni gjørdist talan um ein sera spennandi róður og ein ikki minni spennandi endaspurt, har Toni tíverri gjørdist júst ov stuttur til gullmedaljuna við einans 0,6 sekundum. Bergur róði somuleiðis ein sannførandi róður, og gjørdist talan um eina trygga silvurmedalju seks sekund frammanfyri nummar trý.

Hjá kvinnunum, sum kappaðust fyrrapartin gjørdist talan um gullmedaljur til bæði Elsu Magnussen og Ingibjørg Thomsen. Elsa róði ein sera sannførandi róður frá byrjan til enda og var hon áleið 200 metrar frammanfyri næsta kappingarneytan, tá ið hon fór um málstrikuna. Í bólkinum hjá Ingibjørg var talan um tætta kapping, men vann Ingibjørg bólkin við áleið tveimum sekundum. Síðsti føroyski luttakarin Sarita Hansen, luttók í opna lættvekts bólkinum hjá kvinnum, ið vanliga er ein bólkur við sera høgum støði og var støðið í ár eisini høgt. Sarita megnaði tó eitt flott fjórða pláss.

Forkvinnan í Róðrarsambandinum Annika V. Dalsgarð fegnast um góðu úrslitini og vísir hon á, at rógvararnir hava lagt sera nógv fyri upp til kappingina og er hetta ein staðfesting av, at føroyskur inniróður og luttøka í altjóða kappingum er komin fyri at vera. 

Tíðirnar hjá føroysku rógvarunum eru niðanfyri
Jens Kristian Dam, lættvekt 40 – 49 ár, 6:38.0

Toni Dam, tungvekt 50 – 54 ár, 6:21.4

Sarita Hansen, lættvekt opin bólkur, 7:29.9

Bergur Dam Jensen, lættvekt 30 – 39 ár, 6:36.6

Magnus Madsen, tungvekt 30 – 39 ár, 6:14.0

Elsa Magnussen, tungvekt 30 – 39 ár, 7:15.0

Ingibjørg Thomsen, lættvekt 30 – 39 ár, 7:40.8

 

placeholder

Meira langlesnaður