Føroyskt fjallasúkklulið klárar seg væl í Póllandi

2016-07-25 11:41 Author image
Jákup Højgaard

Føroyska fjallasúkluliðið TREK MTB.fo er í hesum døgum í Póllandi og luttekur í eini fleirdaga kapping. 

Tveymans liðið við Helga Winther Olsen og Lisette Rosenbeck Christensen vunnu sunnudagin prologin í ársins Sudety MTB Challenge. Liðið var heili seytjan minuttir frammanfyri næsta lið og vónirnar eru góðar til komandi fimm kappingardagarnar. 

Prologurin var ein stutt kapping meðan næstu kappingardagarnir verða væl longri og eisini tekniskt meira krevjandi. 

Fyrr í ár kappaðist liðið í Andalucia Bike Race í Spania, har tey eisini vunnu fyrstu etapu og síðani gjørdust nummar tvey samlað.


Liðið kann fyljgast á heimasíðu teirra https://www.facebook.com/trekmtbfo

placeholder

Meira langlesnaður