Føroyskur matur og sangur skal virka fyri fríhandli

Føroyskur matur og sangur skal virka fyri fríhandli

2017-06-25 10:53 Author image
Leif Láadal

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen er saman við serstøkumfylgiá arbeiðsferð til Kina í hesum døgum.

Í Beijing er fundur í kinverska handilsmálaráðnum, har fríhandil er á skránni.

Mánakvøldið verður eitt tiltak fyri innbodnum, har ið kokkurin Leif Sørensen matger burturúr føroyskum fiskavørum, og songkvinnan Tóra Vestergaard framførir føroyskar sangir við klaverundirspæli av Cæcilie Grønkjær Tagmose.

Ferðin er framhald av tilgongdini at virka fyri fríhandli millum Føroyar og Kina.

Føroyska ferðaliðið kemur aftur 28. juni. 


Kelda: uvmr.fo

placeholder

Meira langlesnaður