Føroyskur skaldskapur á bókamessu í Keypmannhavn

Føroyskur skaldskapur á bókamessu í Keypmannhavn

2017-11-19 12:43 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Talan er um eina ovurstóra messu, har nærum alt virksemi, ið fæst við at prenta orð á blað – ella bert á talgildan miðil – setir básir upp at marknaðarføra og selja tað, ið seljast kann.
Tað er ein orsøk til at tiltakið eitur Bogforum og ikki Litteraturforum. Tí, sum áður nevnt, alt ið kann festast á prentaðan ella talgildan miðil, kemur á Bogforum. Tú finnur Kristeligt Dagblads Forlag við síðuna av Karolines Køkken, Reyða Kross við síðuna av Syddansk Universitesforlag, Plakatforlaget, Louisiana Museum of Modern Art, Frederiksberg Chokolade, Gyldendal og mangt, mangt annað. Bæði av tí tú væntar at síggja og tí tú ikki væntar at síggja.

Ársins Bogforum var vikuskiftið 10.-12. november. Leygardagin 11. november ýddi tað í fólki, og tað ovurstóra hølið í Bella Center tóktist trongt í øllum meldrinum. Fólk tysjaðu rundan um teir ymsu pallarnir, har fyrilestrar ella høvundasamrøður fóru fram. Tey drukku gløgg ella kaffi og hugdu at bókum, ið blivu seldar til tilboðsprís.

Millum teir óteljandi básarnir stendur ein og selir føroyskar bøkur. Bæði á føroyskum og týddar til danskt. Hetta er Bókadeild Føroya Lærarafelags og Forlaget Torgarð. Hesi bæði bókaútgávuforløgini hava seinastu árini verið saman um ein bás á Bogforum, og sostatt umboðað føroyskar bókmentir og rithøvundar.

Fólk ganga aftur og fram til básin og forvitnast. Har síggja tey Skrímslabøkurnar hjá Rakel Helmsdal, yrkingasøvn og skaldsøgurnar hjá Jóanesi Nielsen, Tóroddi Poulsen, Sissal Kampmann, stórverkið um William Heinesen og myndabøkurnar hjá Bárði Oskarssyni.
Sambært Hugin Eide, ið eigur og rekur forlagið Torgarð, sum fæst við danskar týðingar av føroyskum bókmentum, so er sølan á Bogforum ikki nakað stórvegis at reypa av.

– Tað er als ikki fyri pengarnar, at hetta arbeiðið verður gjørt, fortelur hann.

Men tað er ein hugur, sum vil, at føroyskar bókmentir vinna betri frama í útheiminum og grannalondunum, og tí heldur arbeiðið fram, hóast inntøkurnar eru smáar.
Tað hevur tó gjørt luttøkuna á Bogforum munandi lættari hjá forlagnum Torgarð, at Bókadeild Føroya Lærarafelags eisini hevur verið til staðar. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur eisini luttikið á Bogforum seinastu árini, og meta tey, at tað er týdningarmikið at vísa andlit úteftir, at marknaðarføra føroyskar bókmentir, har høvið er til tess.
– Tað er hart og miðvíst arbeiði, sum skal til at marknaðarføra føroyskar bókmentir úti í heimi, greiðir Marna Jacobsen, ritsjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, frá, ið stendur í básinum.

– Fyrr var tað okkara arbeiðið at marknaðarføra alt ið var útgivið, umframt at arbeiðið við sjálvari útgávuni eisini var sera tíðarkrevjandi, greiðir hon frá.

Bókadeild Føroya Lærarafelag útgevur mest barna- og ungdómsbókmentir og er tað bæði føroyskt upprunatilfar og ein rúgva av týddum bókmentum, ið verður útgivið hjá teimum. Marna vísir á, at tað hevði stóran týdning, at FarLit varð sett á stovn. FarLit (stytting fyri Faroese Literature), hevur tað eina endamálið at marknaðarføra føroyskar bókmentir úti í heimi. FarLit tekur sær sostatt av at umboða og marknaðarføra føroyskan skaldskap og soleiðis verður marknaðarførslan av føroyskum bókmentum drigin eftir einari línu, heldur enn, at tey ymsu forløgini arbeiða við hesum í hvør sínum lagi. FarLit luttekur árliga á stórum bókamessum kring heimin, millum annað í Gøteborg í Svøríki, London í Bretlandi og Frankfurt í Týsklandi.

Niels Jákup Thomsen, leiðari í Bókadeild Føroya Lærarafelags sigur, at tað miðvísa arbeiðið FarLit ger, fyri marknaðarførslu av føroyskum bókmentum, ber ávøkst.

– Áhugin er veksandi, og føroyskir høvundar gerast alsamt meiri kendir í útlondum.
Eitt av bestu dømunum um føroyskan skaldskap, ið vinnur frama í útlondum, er fjølbroytti listamaðurin, Bárður Oskarsson, ið bæði fæst við myndlist og skaldskap. Barnabøkur hansara, “Ein hundur, ein ketta og ein mús”, “Flata kaninin” og “Stríðið um tað góða grasið” og fleiri við, eru sera væl umtóktar av bæði børnum og vaksnum og renna myndlist og skaldskapur saman eina snildisliga eind, ið bæði hugtekur, stuttleikar og rannsakar og filosoferar.
Niels Jákup Thomsen vísir á, at hetta er júst ein av styrkunum við bókunum hjá Bárði Oskarssyni. Tær kunnu lesast og upplivast í fleiri løgum og sostatt njótast av fólki í øllum aldri. Bøkurnar hjá Bárði vekja ans kring heim, og er tað serliga “Flata kaninin”, ið hugtekur. Hon er týdd til 11 mál.
Bárður Oskarsson sjálvur var eisini til staðar í básinum hjá BFL og forlagnum Torgarð. Hann sat og signeraði bøkur og teknaði fyri børnum, ið vóru komin at forvitnast. Tað var nýggjasta bók hansara, “Træið”, ið kom út í 2017, ið bleiv signerað.

Hann greiddi frá, at hann hevði nógv nýggj hugskot til bøkur, og arbeiðir hann við at alsamt betra og broyta um skap og snið. Higartil hava bøkurnar verið litríkar og við stuttum teksti. Nú vil hann royna seg við longri, torskildari teksti og minni litum.

Spurdur um ein slík bókamessa veitti góðan innblástur til rák og streymar innan skaldskap og list í dag, risti listamaðurin við høvdinum, og segði, at hann hevði nokk als ikki farið til eitt slíkt tiltak, um hann ikki hevði arbeiðsørindi sjálvur.

– Eg lesi faktisk slett ikki, eg haldi seinasta bókin eg las, var Harry Potter, sigur hann og flennir. Hann greiðir frá, at hann fæst meira við at hyggja eftir filmi og lurta eftir tónleiki.

Tað kann vera lætt at ganga framvið fittliga básinum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og forlagnum Torgarð. Meldrið í Bella Center er øgiligt, og teir stóru bókarisarnir í Danmark, forlagið Gyldendal, Lindhart og Ringhof og bókahandilin Arnold Busck bæði síggjast og hoyrast og hava nógv á skránni. Men føroyski básurin hevur snildisliga stillað stórverkið um William Heinesen fram, sum Sprotin gav út í fjør. Og tað er eyðsæð, at William Heinesen enn er eitt navn, ið dregur. Bókin lokkar mangan hugtiknan vitjandi nærri at básinum og soleiðis verður vitanin og tilvitanin um føroyskar bókmentir alsamt víðkað.

Meira langlesnaður