Íslendingar velja nýggjan forseta í dag

2016-06-25 11:53 Author image
Simona Midjord

Tað skal henda okkurt sjáldsamt, um so verður, at næsti forsetin í Íslandi ikki eitur Guðni Thorlacius Jóhannesson. Hóast veljarakanningarnar vísa nakað av broyting, síðani Dimmalætting gjølla viðgjørdi íslendska valið 3. juni, so hevur Guðni Thorlacius enn so stóra undirtøku, at um hann ikki skal vinna, so skal okkurt ógvuliga sjáldsamt henda.

 

Davíð Oddson stendur í stað og missir

Davíð Oddson, sum man vera eitt tað kendasta navnið í íslendskum politikki, valdi at stilla upp til forseta hesuferð, men tað hevur ikki gingist honum serliga væl. Hóast hann hevur verið størsti kappingarneytin hjá Guðna Thorlacius Jóhannesson, so ber illa til at siga, at Davíð Oddson hevur verið nøkur hørð mótstøða. Davíð Oddson verður ofta lagdur undir at hava ein stóran part av ábyrgdini av kreppuni, ið var í Íslandi fyri nøkrum fáum árum síðani, og er tað eisini skilligt, tá hugsað verður um allar sessirnar, sum hann hevur sitið í. Í nógv ár var hann borgarstjóri í Reykjavík, eins og hann var forsætisráðharri og uttanríkisráðharri í landspolitikki, áðrenn hann gjørdist tjóðbankastjóri.

Veljarakanningar vísa, at Davíð Oddson hevur ligið ímillum 15 og 18 prosent í veljarakanningum. Veljarakanningarnar, sum eru gjørdar seinastu tíðina, vísa, at hann liggur enn á sama stigi, men at hann eisini missir í onkrum veljarakanningum.

 

Skal skapa álit á skipanina og samanhald ímillum fólk

Íslendska fólkið hevur lítið álit á politikarunum í Íslandi, og tað hevur verið mett sum ein av størstu eginleikunum hjá Guðna Thorlacius Jóhannesson, at hann ikki hevur verið virkin í politikki fyrr. Forsetasessurin er ikki partapolitiskt mannaður vanliga, og skal sessurin ikki virka partapolitiskt í politisku skipanini. Uppgávurnar hjá forsetanum eru meira formligar, og snúgva tær seg um at umboða fólkið uttanlands, eins og at veita mandat til samgongusamráðingar, eftir at altingsval hava verið. Uppgávur, ið minna um tær, ið kongshúsið í Danmark røkir.

Leggjast skal tó afturat, at forsetin kann nokta at skriva undir eina lóg, sum Altingið hevur samtykt, og harvið senda lógina til fólkaatkvøðu. Hóast tað aldri varð gjørt, so valdi Ólafur Ragnar Grímsson, núverandi forseti, at senda eina lóg til fólkaatkvøðu við ikki at skriva undir, og tað hevði við sær, at forsetasessurin harvið varð partvíst umdefineraður. Hóast tað væntandi ikki verður vanligt at gera so, so má komandi forseti hava í huganum, at til ber at nokta at skriva undir eina lóg, um so er, at hann metir málið ov týdningarmikið til, at Altingið einsamalt kann taka støðu til tess.

 

Kann broytast enn

Hóast tað er sera ósannlíkt, so ber tað enn til, at úrslitið í dag verður eitt annað enn tað, sum allar veljarakanningar hava víst. Alt talar tó fyri, at næsti forseti Íslands eitur Guðni Thorlacius Jóhannesson. Av teimum níggju valevnunum, sum eru eftir, eru einast fýra, ið hava havt nakra týðandi undirtøku, og tey eru umframt Guðna Th. Jóhannesson eisini Halla Tómasdóttir, Andri Snær Magnason og Davíð Oddson. Um nakar skal basa Guðna Th. Jóhannesson, er tað ein av teimum, men nógv skal til, um valið ikki skal fella á Guðna Thorlacius Jóhannesson. Í veljarakanning, sum Gallup gjørdi 15. juni, fekk Guðni Thorlacius 51% av atkvøðunum frá teimum 2819 fólkunum, ið vórðu spurd. Dávið Oddson fekk 16,4%, Andri Snær Magnason 15,5% og Halla Tómasdóttir 12,5 %. Halla Tómasdóttir og Andri Snær Magnason hava vunnið nakað av undirtøku, síðani Dimmalætting viðgjørdi valið fyri lítlum mánaði síðani, men tað er enn ikki nóg mikið til, at tað hevur broytt støðuna merkisvert.

 

placeholder

Meira langlesnaður