Forsetaval í Kenja bleiv ógildað

Mynd: Visualhunt.com

Forsetaval í Kenja bleiv ógildað

2017-09-02 12:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Hægstirætturin í Kenja hevur ógildað valúrslitið frá forsetavalinum, ið fór fram tann 8. august í ár. Tað skrivar BBC.

Hægstirætturin tók hesa avgerð, orskað av roki og mannagongdum sum ganga ímóti fyriskipan. M.a. hevur verið spekulerað í, at valskipanin bleiv hakka og tískil er møguligt valfusk farið fram. Hægstirættardómarin David Maraga hevur úttalað seg um valið, og sagt at valúrslitið er "óalítandi og ógildugt".

Tískil er endurvaldi kenjanski forsetin, Uhuru Kenyatta, ikki forseti enn. Endurval skal standa um 60 dagar. 
Uhuru Kenyatta vann, eftir sigandi, við 1,4 milliónum atkvøðum.

Nógv rumbul hevur verið millum íbúgvarnar í Kenja, síðan valúrslitið bleiv alment. Tískil mátti hægstirættardómstólurin eisini viðurkenna, at um tey ikki gjørdu okkurt við støðuna, so fóru stórar, ógvusligar mótmælisgongur møguliga at standa á. 

placeholder

Meira langlesnaður