Púra javnt í Peru

2016-06-06 10:09 Author image
Dimma

Keiko Fujimori kann gerast fyrsti kvinnuligi forsetin í Peru eftir valið, sum var sunnudagin. Men valið sær út til at gerast rættiliga javnt, tí tað var ikki greitt hvør hevði vunnið, tá ið valdyrnar stongdu sunnukvøldið.

Tað skrivar Ritzau í morgun.

Mótstøðumaðurin hjá Keiko Fujimori er fyrrverandi forsætisráharrin Pedro Pablo Kuczynski. Tríggjar exitpoll-kanningar vísa, at talan er um eitt næstan púra javnt val. Tvær kanningar vísa, at Pedro Pablo Kuczynski hevur vunnið, meðan ein vísir, at Keiko Fujimori hevur vunnið.

Í morgun skrivar BBC, at Pedro Pablo Kuczynski liggur á odda, ógvuliga tepurt. Sagt verður, at tá ið 78 prosent av atkvøðunum vóru taldur upp, hevði hann 50,8 prosent, meðan Fujimori hevði 49,2 prosent.

Fujimori er 41 ár og er dóttur Alberto Fujimori, sum var forseti í Peru frá 1990 til 2000. Í 2005 varð hann dømdur 25 ára fongsul fyri dráp, burturføringar og mutur, umframt brot á mannarættindini í fleiri førum. Keiko Fujimori hevur tikið frástøðu frá politikkinum hjá pápanum.

77 ára gamli Pedro Pablo Kuczynski er fyrrverandi forsætisráðharri í Peru. Bæði Fujimori og Kuczynski hava lovað at seta ferð á búskapin, um tey vera vald. Tey lova somuleiðis bæði at berjast móti kriminalitetinum, sum er umfatandi í suðuramerikanska landinum

Roknað verður við, at úrslitið verður greitt einaferð í kvøld.

placeholder

Meira langlesnaður