Forsetin í hollendska fótbóltssambandinum á vitjan

Mynd: Hans Erik Danielsen

Forsetin í hollendska fótbóltssambandinum á vitjan

2017-09-19 12:03 Author image
Innsent

Í døgunum 14. til 16. september var forsetin í hollenska fótbóltssambandinum, Michael Van Praag, ið eisini er starvsnevndarlimur í UEFA, á stuttari føroyavitjan. Soleiðis skrivar FSF í tíðindaskrivi. Endamálið við túrinum var at hyggja nærri at umstøðunum í føroyskum fótbólti, og fáa meir kunning um úm- og útbyggingina av Tórsvølli.

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum øll, FSF og feløgini, og annars øll, ið varða av føroyskum fótbólti, at starvsnevndarlimir í UEFA vísa áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum. Tað er av týdningi, at nevndarlimirnir í UEFA fáa innlit í føroyskan fótbólt, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Hósdagin var fundur millum Van Praag, Christian F. Andresen, FSF-forseta og Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya. Endamálið við fundinum var at geva Michael Van Praag innlit í føroyskan fótbólt, og hvussu UEFA og eisini Hollenska fótbóltssambandi kunnu verða ein hjálp.

Fríggjadagin varð farið til Klaksvíkar, har heilsað varð uppá umboð fyri KÍ og Klaksvíkar kommunu. Harafturat fekk Van Praag eisini heilsað uppá hollendska konsulin í Føroyum, Hanus Hansen, reiðara í Klaksvík.

Seinnapartin fríggjadagin møtti Van Praag Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, og seinast á skránni var framløga frá Rúna Abrahamsen, arkitekti, viðvíkjandi útbyggingini av Tórsvølli.

- Sjálvt um hollendska fótbóltssambandið er væl størri enn okkara, so opnar ein slík vitjan fyri øktum samstarvi millum fótbólssambondini,  sigur Christian F. Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.

placeholder

Meira langlesnaður