Kingosangarar forskrektu lívið úr drotningini

2016-06-15 15:34 Author image
Sigmund Vang

Tá drotningin vitjaði á Sandi mikudagin, var skráin - sum vanligt, tá kongshúsið vitjar – sera nágreiniliga løgd til rættis. Drotningin visti hvar hon skuldi fara, hvusu leingi hon skuldi steðga í hvørjum stað, hvat hon skuldi uppliva og so framvegis. Onkumtíð hendir okkurt smávegis, sum drotningin ikki hevur fingið nakað at vitað um; tað kann vera ein gáva ella okkurt mentanarligt innslag, men tá verður altíð syrgt fyri, at drotningin er fyrireikað á einhvønn hátt.

Sands kommuna hevði tó fingið umsitingina í Kongshúsinum at loyva einum innslagi, sum loypti hvøkk á drotningina. Trygdarfólkini og umsitingin vistu, hvat ið fór at henda, men ikki drotningin.

Hendingin fór fram, tá drotningin vitjaði Gívrunarspor við Grótvík. Aftanfyri ein stóran stein, sum var pyntaður við einum bundnum listaverki, hoyrdist brádliga kingosangur. Drotningin hugdi eitt sindur í kring og royndi at finna útav, hvat ið nú hendi. Lítla løtu seinni komu fýra mans syngjandi undan steininum í myrkamorreyðum troyggjum. Fyrst tók drotningin eitt fet eftir hæli, síðani eitt afturat, og áðrenn fylgið visti av, hevði hon flutt seg einar fimm metrar frá syngjandi monnunum.

Kingosangararnir vóru tó góðtiknir frammanundan, tí annars vildu trygdarvaktirnir havt lopið til, og tað gjørdu teir ikki.

Annars tóku fólk væl ímóti drotningini á Sandi. Fitt av fólki var á kaiini, tá hon kom við skipsbátinum hjá kongaskipinum inn í havnina, og uppaftur fleri vóru og heilsaðu drotningini, tá hon steðgaði uttanfyri kirkjuna eina løtu. Eisini vitjaði drotningin á listasavninum á Sandi, í Grótvík, við útgrevstrirnar á Sandabrekku og í Slavansdali.

placeholder

Meira langlesnaður