Blóðtrýst: Fótbóltsvenjing líka góð sum heilivágur

2017-01-25 14:06 Author image
Sigmund Vang

Verkætlan vísir, at fótbóltsvenjing er líka munadygg sum heilivágur ímóti ov høgum blóðtrýsti. Haraftrat fingu kvinnurnar, sum luttóku, betri kropsligan førleika, lægri kropsfeitt og munandi sterkari beinagrind.

Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu síni.

Nýggju úrslitini, saman við kanningum seinastu 15 árini, vísa, at bóltspøl kunnu nýtast sum munadygg fyribyrging og viðgerð av fleri lívstílssjúkum.

Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking og verkætlanarleiðari, metir úrslitini at verða ein stórsigur til Heilsufótbóltskonseptið. Hetta er fyrstu ferð, at hann og hansara samstarvsfelagar vísa langtíðarárin av fótbóltsvenjing í einum kvinnuligum sjúklingabólki.

Í stuttum luttóku 31 kvinnur í aldrinum 35-50 ár við ov høgum blóðtrýsti í eitt ára fótbóltsvenjing, har vant varð ein tíma tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Úrslitini vísa, at hesin viðgerðarháttur virkar sum breiðspektraður heilivágur við jaligum árinum á blóðtrýst, feittprosent, feitt í blóðinum, beinagrindstættleika og kropsligan førleika.

- Kanningin vísir týðuliga, at kropsliga óvirknar kvinnur við ov høgum blóðtrýsti hava stórt gagn av fótbóltsvenjing, og tískil kann hesin venjingarhátturin nýtast sum viðgerð ella partur av viðgerðini av hesum sjúklingabólki, sigur Magni Mohr.


Kelda og lesið meira HER

 

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður