Fótbóltsskúli eisini á Toftum

Mynd: FSF

Fótbóltsskúli eisini á Toftum

2017-05-12 16:34 Author image
Dimma

Í samstarvi við B68, fer Fótbóltssamband Føroya aftur í ár at skipa fyri Fótbóltsskúla á Toftum. Fótbóltsskúlin verður fríggjadagin og leygardagin, 30. juni og 1. juli.

Fótbóltsskúlin hesaferð er fyri børn og ung, gentur og dreingir, í aldurinum 6 til 14 ár (fødd í 2003 til 2011).

Fríggjadagin 30. juni verður vant frá klokkan 13 til 17, og leygardagin 1. juli verður vant frá klokkan 10 til 15. Luttakararnir møta hálvan tíma frammanundan.

Til Fótbóltsskúlan á Toftum er pláss fyri umleið 200 luttakarum.

placeholder

Meira langlesnaður