Fotoframsýningin Happy End í Tilhaldinum

Fotoframsýningin Happy End í Tilhaldinum

2017-06-07 09:42 Author image
Innsent

Fyri einum ári síðani, í mai 2016, var framsýning við dansi, sjónleiki og tónleiki á Lágargarði. Beinta Clothier, sjónleikari var ímillum áskoðararnar. Beinta upplivdi at síggja tey eldru siga sína søga á ein listarligan hátt. Hetta gjørdi hana klókari og hon var bilsin av, at ein so góð søga kundi sigast ígjøgnum sambandið millum listafólk og búfólk á ellisheiminum, og hon var bilsin av at tey eldru vildu luttaka og vístu listafólkunum so stórt álit uppá tað stuttu tíð, tey arbeiddu við verkætlanini.

- Tey gomlu vórðu bjóðað at luttaka, og tó at fleiri vóru dement og minnið viknað, mintust tey dansin og kropsligu rørslurnar, sum spretta úr einum øðrum parti av heilanum. Tí gekk væl hjá teimum at luttaka í framførslunum. Tað tykist, sum kroppurin minnist betri enn heilin, sigur Ingrid Tranum Velásquez, sum var danski koreografurin til verkætlanina.

Fotoframsýningin Happy End, sum er í Tilhaldinum í Havn í hesum døgum, er frá framførslum á røktarheimum í Tórshavn, Reykjavík og Keypmannahavn.

placeholder

Meira langlesnaður