Frá MeToo til Time's Up

Frá MeToo til Time's Up

2018-01-02 11:29 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Eftir at ákærurnar um kynsligan ágang og harðskap móti kenda filsmframleiðaranum, Harvey Weinstein, fyrst sóu dagsins ljós, er talið kvinnum og monnum, kend sum ókend, ið hava traðkað fram og tosa um kynsligan ágang, eksploderað. Hashtaggið #MeToo, ið breiddi seg sum eldur um internetið, skapti yvirskriftir og ovurstórt kjak og setti fleiri fólk, ið hava framt kynsligan ágang og harðskap, til svars. 

Í kjalarvørrinum av hesum, er ein felagsskapur nú settur á stovn. Hann eitur "Time's Up", og skal veita fíggjarliga hjálp til fólk, ið hava verið fyri kynsligum ágangi ella harðskapi. Tað eru umleið 300 kvinnur, kendar úr Hollywood heiminum, ið standa handan felagsskapin. Endamálið við felagsskapinum er, at kempa ímóti kynsligum ágangi í filmsheiminum og á øllum arbeiðsplássum. Við at savna pengar inn, skal felagsskapurin hjálpa teimum, ið hava verið fyri ágangi, at gjalda fyri løgfrøðiliga hjálp í samband við sakarmál.

Nógvar kendar kvinnur eru handan felagsskapin. Millum annað Natalie Portman, Eva Longoria, Emma Stone og Reese Witherspoon.

placeholder

Meira langlesnaður