Frá Simma til Sakaris

2016-07-15 12:59 Author image
Elisa Vang

- Sjósambandið hevur heilt víst eisini verið ein kanal hjá føroyingum. Sjómenn hava tikið plátur við heim úr Onglandi, Skotlandi og har teir annars hava verið og selt. Við heim úr Nýfundlandi hava teir so havt roots- og fólkatónleik.

- Tað er jú eisini søgan um vestmenningin, sum hevði verið og siglt í Skotlandi og keypt plátur við heim, sum so endaði sum dansitónleikur í dansistovuni í Vestmanna.

- Á sama hátt var tað við Útvarpinum, ið fekk so stóran uppalandi týdning, tá tað kom til tónleik, við tað at Útvarpið átók sær at spæla meir tónleik til tey ungu. Harumframt spældu útlendsku sjónvarpsstøðirnar sjálvsagt eisini ein týdning.

Soleiðis greiða Kartin Leitisstein Hansen og Niels Uni Dam frá, ið eru tveir av høvundunum handan bókin Føroyska Rokksøgan, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í farnu viku. Ein av teimum mest áhugaverdu søgunum í bókini, er søgan um Elin Bjørg Højgaard.

- Hon livdi eitt ordiligt stjørnulív. Sum ung fór hon til Keypmannahavnar. Hon sang væl og hevur víst áræði til at vísa seg fram, og hon endar í einum bólki við fýra vøkrum kvinnum, ið klárar seg væl í Danmark. Tað er eitt sjáldsamt dømi um føroyska kvinnu, sum í 1960 árunum slær í gjøgnum uttanlands og gerst poppstjørna. Tað er eingin, sum er komin so langt í sekstiárunum sum hon, tori eg at siga, og tað haldi eg vera áhugavert.

Les samrøðuna við Kartin og Niels Una um Føroysku Rokksøguna í Dimmmalætting hetta vikuskiftið

 

placeholder

Meira langlesnaður