Fractura nasi eftir Høgna Mohr

Fractura nasi eftir Høgna Mohr

2017-09-16 13:26 Author image
Innsent

Í dag er nýggj bók eftir Høgna Mohr komin út. Høgni Mohr er á rótreið kring Føroyar á súkklu. Á leiðini letur hann tankarnar ferðast frítt.

Í bókini viðger Høgni m.a. sína egnu sorg og tað, sum hann heldur vera skilaleysan journalistikk.

Randi Kúrberg, MA í føroyskum, sigur um Fractura nasi: "Eitt rit um røtur, uppruna og tað, sum stingur djúpt."

Fractura nasi merkir brotin nøs.

Bókin, sum fæst í bókabúðunum, er 250 síður.

"ein maður og ein damusúkkla

land og dementan

sorg og tíðindaflutningur

náttúra og fólk

upplivingar og niðurtúrar

eitt andsvar at enda"

placeholder

Meira langlesnaður