Frágreiðing um Irak-kríggið kemur í dag

2016-07-06 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir

Av teimum 48 londunum, sum luttóku í Irak krígnum, eru tað bara USA, Holland og Australia, sum hava kannað kríggið. Tað ber til at lesa á donsku tíðindasíðuni Politiken.dk

Bæði USA og Bretland hava fyrr kannað, um tað var nakað galið fari fram upp til kríggið, sum gjørdi at kríggið brast á, og bæði USA og Bretland eru komin til ta niðurstøðu tá, at almennu fregnartænasturnar, MI6 og amerikonsku eftirlitstænasturnar høvdu misrøkt sína skyldu. Í USA varð váttað, at tað ongantíð varð prógvað, at Saddam Hussein hevði atomvápn, hóast tað var høðvusargumentið fyri, at farið varð í kríggj. 

Enska The Times veit í dag at siga, at Tony Blair møguliga verður ákærdur fyri embætisbrotsverk, um tað kemur fram, at hann misbrúkti upplýsingar fyri at rættvísgera kríggið. Avvarðandi hjá 176 hermonnum, sum lótu lív í Irak, hava biðið løgfrøðingar kanna, um tað ber til at reisa ákæru móti fyrrverandi forsætismálaráðharranum. 

Keldur: 

Idag kommer den mest grundige og omfattende rapport om Irak-krigen 

Blair faces misconduct claim from soldiers families 

Meira langlesnaður