Frakland er aftur rakt av yvirgangi

2016-06-14 08:38 Author image
Dimma

“Hetta var eitt yvirgangsálop,” siga stjórnartalsfólk til altjóða fjølmiðlar.

Í morgun hevur franski forsetin kallað stjórnina til kreppufundar.

“Vit mugu varpa ljós á umstøðurnar kring hesa ræðuligu hending,” sigur Francois Hollande.

Franska tíðindastovan AFP skrivar sambært BBC, at 25 ára gamli brotsmaðurin áður er revsaður fyri at hava samband við eina jihadrørslu við tilknýti til Pakistan. Í 2013 fekk hann 3 ára fongsulsrevsing, tí hann fyrireikaði eina yvirgangsætlan.

Vitni hava sagt, at brotsmaðurin rópti “Alluha akbar”, tá ið hann leyp á løgreglumannin uttan fyri heim hansara vestan fyri París. Haðani rann hann inn í húsið og tók konuna og trý ára gamla son teirra til gísla.

Samráðingar vóru við løgregluna, og í tí sambandinum segði hann seg stuðla IS. Samráðingarnar miseydnaðust og á midnátt leyp løgreglan á húsini. Konan doyði, men tann trý ára gamli drongurin slapp uttan kropsligt mein frá hendingini.

IS sigur seg standa aftan fyri hendingina. Frakland er í hægstu tilbúgving, tí EM í fótbólti er í Fraklandi.

placeholder

Meira langlesnaður