Fraklendingar mótmæla arbeiðsmarknaðarnýskipan

Mynd: epa.eu

Fraklendingar mótmæla arbeiðsmarknaðarnýskipan

2017-09-13 14:16 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Har er stórt arbeiðsloysi í Fraklandi. 10%, sum er á leið tað hægsta í øllum ES-londunum. Hetta roynir franski forsetin, Emmanuel Macron, at loysa við nýskipanum innan arbeiðsmarknaðin. Macron ætlar broyta 60 punkt í arbeiðsmarknaðarlóggávuni. Franska arbeiðsmarknaðarlóggávan er ein stór bók á 3300 síður, ið eitur "Code du Travail". Lóggávan, "Code du Travail" er umdeild. Av arbeiðsgevarum er hon mett at vera ein plága, men av fakfeløgum og arbeiðstakarum er hon sædd sum ein hornasteinur í franska samfelagnum. Tað fortelur DR.

Broytingarnar hjá Macron í lóggávuni skulu gera, at tað skal vera lættari hjá arbeiðsgevarum at seta og koyra starvsfólk. Hetta hevur fingið øði í fronsk fakfeløg, og hava tey megnað at fáa hundraðtúsundtals fólk út á gøturnar í Fraklandi, at mótmæla. Sambært fakfeløgum, fara broytingarnar hjá Macron fyrst og fremst at gera tað lættari hjá arbeiðsgevarum at koyra starvsfólk.

Emmaniel Macron fór á val við lyftum um at, millum annað, minka arbeiðsloysið í Fraklandi við 7% áðrenn 2022. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður