Frálíkur fríggjadagur í Tórsgøtu

2016-07-01 17:26 Author image
Jákup Højgaard

Í dag er Frálíkur Fríggjadagur. Hetta er endabresturnin av Summarnám sum Margarinfabrikkin skipar fyri. 

Summarnám er ein vekælan, ætlað børnum frá 2. flokki til og við 5. flokk, har dentur verður lagdur á kreativt innihald í ymiskum verksmiðjum at fara til. Verkætlanin var roynd fyrstuferð í 2013 og undirtøkan hevur verið góð hvørt ár. Í ár luttóku umleið 91 børn.

Margarinfabrikkin sær ein stóran tørv á tilboðum til børn í summarfríðtiðini, har foreldur ofta ikki hava møguleika fyri at hava frí líka leingi sum børnini. Við verkætlanini ber til hjá børnunum at møta øðrum børnum við ørvísi áhugamálum, eins og at nema sær nýggja vitan. 

Tað er tilgongdin og sambandið við onnur børn, sum er umráðandi, heldur enn tað endaliga úrslitið sambært Margarinfabrikkini. 

Verksmiðjurnar, ið í ár vóru sjey í tali, hava í ár verið ein blanding í millum handverksligum- , rørslu-, náttúru- og matgerða-verksmiðjum.

Summarnám 2016 var í ár í tíðarskeiðinum 27. juni til í dag og endar við tiltakinum Frálíki fríggjadagur, har møguligt var at síggja hvat børnini og teirra verkstovuleiðarar hava fingist við ígjøgnum vikuna.

     

  

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður