Framburðurin setir dám á orðaskiftið

2016-08-02 11:53 Author image
Dimma

- Tað gongur væl í Føroyum.

Hesin setningurin hoyrdist aftur og aftur í løgtinginum, tá ið politisku flokkarnir fóru undir at viðgera ólavsøkurøðu løgmans.

Bjartskygni og framburður var tann reyði tráðurin, sum gekk tvørtur um flokspolitisku mørkini. Semja var um góðu búskaparligu støðuna, sum landið er í. Arbeiðsloysi er metlágt. Vinnan tjenar pengar. Vøksturin er góður, og fólkatalið setir met. Vit útflyta sum ongantíð áður. Avlop og so framvegis.

Men so rakk semjan millum samgongu og andstøðu heldur ikki nógv longur. Tí tá tosast skuldi um, hvør átti heiðurin fyri vælferðina, og hvussu vøksturin skal brúkast fólki og landa at frama, funnu flokkarnir aftur í gomlu skotgravirnar.

Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum legði fyri. Hann fegnaðist um, at nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum tók við 15. september 2015, er farin at raðfesta øðrvísi enn undanfarna samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin.  Javnaðartingmaðurin vísti á, at samhaldsfesti er vorðið størri við nýggju samgonguni, millum annað verða goldnar 39 milliónir krónur meira til pensjónskipanina, og at 150 milliónir krónur eru veittar í skattalætta til lág- og miðalinntøkur. Samstundis vísti hann á stóru nýskipanirnar, sum samgongan er farin undir, serliga viðvíkjandi fiskivinnuni, pensjónsøkinum og heilsuverkinum.

Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðevldistaðfesti somuleiðis, at tað gongur væl sum øll hagtøl benda á. Men hon ávaraði um, at søgan hevur tað við at endurtaka seg, og tað fer aftur at venda. Tí fegnaðist hon um, at Búskapargrunnurin og Landsbanki Føroya aftur skulu fáast at virka, so setast kann til síðis í góðum tíðum. Tjóðveldistingkvinnan gleddist um, at fólkið í Føroyum fær høvið at samtykkja stjórnarskipan Føroya, sum skal staðfesta, at avgerðarrættur liggur í Føroyum. Vit mugu krevja okkara, tí annars taka onnur tann rættin, segði hon.

Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum helt ólavsøkurøðuna vera væl skrivaða. Hon lýsir væl tann vøksturin, sum politikkurin seinnu árini hevur skapt, men hann harmaðist stórliga um, at undanfarna samgongan ikki fekk tær rósurnar, sum hon hevur uppiborið. Tað er tungt at byggja upp, men lætt at bróta niður, helt hann fyri, og segði seg vera stórliga bangnan fyri, hvussu brotið verður niður. Hann vísti serliga á, at umskipanin í fiskivinnuni, har lagt verður um til eina marknaðargrundaðaskipan við uppboðssølu, tekur pening frá einari svingandi fiskvinnivinnu. Hetta drenar vinnuna og forðar fyri endurnýggjan, helt hann, og tann rokningin verður einaferð send til familjuna Føroyar.

Bárður á Steig úr Sambandsflokkinum staðfesti somuleiðis fyrrapartin, at tað gongur væl í Føroyum. Og tað er undanfarnu samgongu fyri at takka, tí hon vendi afturgongd til framburð. Hendan nýggja samgongan er komin til búgvið borð, helt hann fyri og legði afturat: Vælgagnist! Tað krevjast sterkar hendur til at halda um stýrisvølin í góðum tíðum, og tíverri helt hann ikki samgonguna hava tað, sum skal til.  Pengarnir fossa úr landskassanum, og Føroyar fara at merkja avleiðingarnar av skeivari stýring áðrenn langt um líður, helt Bárður á Steig Nielsen.

Og soleiðis koyrir kjakið aftur og fram í løgtinginum, meðan løgmansrøðan er til viðgerðar. Semja er um, at tað gongur væl, men longur enn tað røkkur semjan ikki. Skotið verður, har skjótast kann.

“Saman at standa var ei okkum givið”, segði Suni Merkisstein, tá ið hann setti ólavsøkuna, og út frá orðaskiftinum higartil í morgun er tíverri líkt til, at hann kann fáa rætt. Fyri framman eru stórmál sum nýskipan av fiskvinnuni, pensjónum, stjórnarskipan og heilsuverki, og lítið sást til semjusøkjandi orðaljóð á teimum økjunum í viðgerðini á ólavsøkurøðuni í dag. Vit kunnu so bara vóna, at tað batnar.

placeholder

Meira langlesnaður