Útlit fyri framhaldsdeild í Nonnuskúlanum kortini

2016-05-18 13:58 Author image
Dimma

Tað loysir seg at stríðast. Foreldur, næmingar og lærarar í Sankta Frans skúla hava ikki vilja latið sær lynda, at Tórshavnar Býráð hevur samtykt skúlabygnað, sum skal útiloka einari framhaldsdeild í gamla nonnuskúlanum.

Týskvøldið 17. mai skipaði foreldrafelagið fyri pallborðsfundi í fimleikahøllini í Sankta Frans skúla, har ein síðsta roynd varð gjørd at fáa politikarar at broyta meining. Val er í hondum, og býráðspolitikarar, ið vóru bodnir til fundin, møttu væl upp.

Er meiriluti fyri tí í Tórshavnar býráð fyrsta dagin, verður skúlabygnaðurin í Tórshavnar kommunu broyttur, og Sankta Frans skúli í Havn kann fáa sína framhaldsdeild longu eftir summarfrítíðina í ár.

Tað skrivar Skúlablaðið, sum var á fundinum.

Borgarstjórin, Heðin Mortensen segði, at málið verður tikið upp beinanvegin, og góðkennir Mentamálaráðið, at skúlabygnaðurin fyri Tórshavnar kommunu kann broytast, so hendir tað óvæntaða, at Sankta Frans skúli hevur framhaldsdeild longu í skúlaárinum 2016/17, sambært Skúlablaðnum.

Skúlabygnaðurin varð annars einmælt samtyktur í 2012.

Sambært skúlastjóranum í Sankta Frans skúla, Selmar Jacobsen, er skúlin nóg stórur til eina framhaldsdeild, og hølisviðurskiftini eru í lagi. Tað er ikki trupulleikin.

Við pallborðið sótu Selmar Jacobsen, stjóri í Sankta Frans skúla, Tóra Petersen, umboð fyri foreldrabólkin, ið vil hava framhaldsdeildina, og býráðspolitikararnir, Bogi Andreasen fyri Fólkaflokkin, Jógvan Arge fyri Tjóðveldi, Helena Dam á Neystabø fyri Javnaðarflokkin og Anfinn Brekkstein fyri Sambandsflokkin.

Sambært Skúlablaðnum var eingin av politikarunum, sum vóru til fundin týskvøldið, beinleiðis ímóti einari royndarætlan við framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Bogi Andreasen og Jógvan Arge søgdu seg taka undir við framhaldsdeild. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, og Anfinn Brekkstein søgdu seg vera noydd at halda samtyktina um skúlabygnaðin frá 2012. Men verður samtyktin um skúlabygnað broytt í býráðnum, so eru tey ikki ímóti einari nýggjari framhaldsdeild.

Sankta Frans skúli hevur leingi ynskt at fingið eina framhaldsdeild sum eina royndarverkætlan, meðan nýggi skúlin á Fløtum verður bygdur. Sum er, er skúlin á Fløtum, tað er gamli Kommunuskúlin og Venjingarskúlin, spjaddur í ymisk høli um allan býin, og tað gongur rúm tíð til nýggi skúlin við Marknagil er liðugur.

placeholder

Meira langlesnaður