Rættleiðing til Fiskimannafelagið

2016-07-14 17:26 Author image
Simona Midjord

Seinnapartin í gjár fekk eg sms-boð frá einum persóni, ið bað meg lesa Vágaportalin. Har sá eg grein um Framherja, ið bygdi á aðra grein, sum stóð á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum. Greinin umrøddi almenna viðgerð av pørtum av roknskapinum hjá Framherja fyri 2015, og tann leiklut, ið undirritaði skuldi hava í hesi almennu viðgerð.

Tá ið undirritaði ongan leiklut átti í hesi almennu viðgerð, ringdi eg til formannin í Fiskimannafelagnum, Jan Höjgaard, og boðaði frá, at undirritaði á ongan hátt hevði luttikið í hesi viðgerð. Væntaði eftir hetta, at greinin bleiv tikin av heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum.

Sá í gjárkvøldið, at fleiri portalar (vp.fo, portal.fo, in.fo, dimma.fo og jn.fo) høvdu gjørt brúk av hesi grein hjá Fiskimannafelagnum á sínum portalum.

Í dag síggi eg, at greinin framvegis stendur á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum.

Av omanfyri nevndu orsøkum velur undirritaði at koma við eini rættleiðing.

Greinin hjá Fiskimannafelagnum byrjar soleiðis: (sitat byrjar) “Framherji goldið 23 og ikki 35 milliónir

Published by Ingolf S. Olsen on Wed. 2016-07-13 14:51

Fyri stuttum var roknskapurin hjá Framherja almennur, og Anfinn Olsen, reiðari, hevur verið frammi og greitt frá tølunum og góða úrslitinum.

Í hesum sambandi hevur hann sagt, at reiðaríið í skattum og avgjøldum hevur rindað 35,2 milliónir krónur til landshúsarhaldið í 2015.” (sitat endað).

Undirritaði hevur ongantíð sjálvur gjørt viðmerkingar til roknskapin hjá Framherja fyri 2015, og ongin av teimum miðlum og portalum, sum alment hava viðgjørt roknskapin hjá Framherja fyri 2015, hava sett seg í samband við undirritaða, hvørki skrivliga ella munnliga.

Tí eru útsagnirnar í greinini hjá Fiskimannafelagnum: (sitat byrjar) “Anfinn Olsen, reiðari, hevur verið frammi og greitt frá tølunum …“ (sitat endar) og (sitat byrjar) “ Í hesum sambandi hevur hann sagt, ..“ (sitat endar) og (seinasta sitatið) “Tískil hevur Framherji ikki goldið góðar 35 milliónir krónur í skattum og avgjøldum, sum reiðarin hevur sagt.“ (sitat endar) beinleiðis ósannar.

 

 

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður