Framrokning: 47.000 fólk í Føroyum í 2050

2016-09-04 12:35 Author image
Sigmund Vang

Í frágreiðingini um framtíðartørvin á búplássum til eldri í Tórshavnar kommunu, sum varð løgd fram fyrr í vikuni, verða tey viðurskifti, sum hava ávirkan á tørvin á røktarheimsplássum, lýst. Eisini eru samanberingar gjørdar við støðuna í norðurlendsku grannalondum. Í hesum arbeiði er millum annað tørvur á at kaða eitt sindur inn í framtíðini, um mann so kann siga. Tí hava Trivnaðarfyrisitingin og heilsu- og umsorganartænastan, sum hava gjørt frágreiðingina, fingið Hagstovuna at útvega tøl og framrokningar fyri fólkatal í kommununi og í landinum sum heild.

Hesar framrokningar, sum tó innibera eina ávísa óvissu – serliga, tá framrokningar eru gjørdar longri fram í tíðini, vísa, at fólkatalið í Tórshavnar kommunu fer at veksa komandi 34 árini, meðan fólkatalið samlað í Føroyum fer at minka.

Fram til 2030 veksur fólkatalið í Tórshavnar konnunu væntandi við 1.283 fólkum, og tað heldur væntandi á at vaksa, tó bert við 90 fólkum afturat til 2050. Hetta svarar til ein vøkstur úr 20.400 fólkum í 2015 til umleið 21.800 fólk í 2050.

Fólkatalið fyri allar Føroyar veksur væntandi eisini fram til 2025, úr umleið 48.900 fólkum í 2015 til 49.800 fólk í 2025. Men síðani minkar fólkatalið í Føroyum væntandi heilt niður í umleið 47.200 fólk í 2050.

- Tað áhugaverda er, at meðan fólkatalið fyri allar Føroyar væntandi minkar við næstan 2.000 fólkum fram til 2050, veksur fólkatalið væntandi í Tórshavnar kommunu við umleið 1.400 fólkum, verður sagt í frágreiðingini.

Tað verður ikki nevnt nakað um orsøkirnar til hesar demografisku broytingar í frágreiðingini.

 

placeholder

Meira langlesnaður