Vandi fyri tokverkfalli undir EM í Fraklandi

2016-06-01 12:03 Author image
Dimma

Roknast kann við, at einans 60 prosent av teimum skjótu tokunum og útvið helvtina av øðrum tænastum fara at koyra, sambært statsliga jarnbreytafelagnum SNCF, skrivar BBC.

Fakfeløgini mótmæla broyttar arbeiðstíðir, men ófriðurin snýr seg eisini um eitt størri mál, har franska stjórnin arbeiðir við einum lógaruppskoti, sum skal gera arbeiðsmarknaðin smidligari.

Lógaruppskotið kemur fyri franska tingið seinni í hesum mánaðinum, og tað hevur ført til mótmælisgongur fleiri staðni í París og aðrastaðni.

Franski forsetin Francois Hollande heldur fast við, at lógaruppskotið kemur fyri, hóast tað hevur verið ófriðarligt við mótmælisgongum í gøtunum upp undir EM í fótbólti.

placeholder

Meira langlesnaður